Nýskapan

Framtíðarhugsan

Lesandi og starvsfólk á Setrinum ein týðandi partur av føroyskari nýskapan

 

Nýhugsan og íverksetan trívast í Føroyum, tað síggja vit aftur í bæði góðu móttøkuni og avrikum hjá Íverksetarahúsinum og Hugskotinum. Virkin ung í Føroyum bæði vilja og megna at royna nýggjar leiðir sum vinnan og íverksetarahúsini bjóða teimum.

Ivaleyst eru fleiri hesi, ið royna nýggjar leiðir helst knýtt at Fróðskaparsetrinum - við útbúgving í hond ella sum lesandi. Tó er støðan tann at Fróðskaparsetrið ikki bjóðar lesandi ella starvsfólki ein samskipaðan hátt at gerast virkin innan nýskapandi íverksetan.

Ei heldur er Fróðskaparsetrið ein sjónligur partur av samstarvinum millum vinnuna og íverksetarahúsini. Ætlanin er at hettar skal broytast við at seta á stovn ein Depil fyri Nýskapan á Setrinum.

Depilin skal ikki gerast til eitt íverksetarahús í stíl við hvørki Íverksetarahúsið ella Hugskotið - men skal heldur virka sum eitt millumlið millum gransking, vinnu og íverksetan. Hann skal vísa ágrýtnum lesandi og starvsfólki á møguleikarnar fyri nýskapan og annarleiðis íverksetan.

At byrja við skal depilin virka fyri at fáa í lag samstørv við lokalar og útlendskar aktørar og hann skal savna inn fíggjarligan stuðul til verkætlanir sum fevna um og gagna gransking og nýskapan.

Eisini skal depilin seta í gongd ymiskar verkætlanir sum setur Setrið í samband við hesar aktørar – samstundis við at hann skal stuðla undirvísing í íverksetan og nýskapan á Fróðskaparsetrinum saman við hesum somu aktørum.

 
 Grein um íverksetan í   Atlantic Review   hjá   Atlantic Airways   (januar 2018) har íverksatarahúsini og Vinnuframa heita á Fróðskaparsetrið at gerast partur av kveikjara-umhvørvinum.

Grein um íverksetan í Atlantic Review hjá Atlantic Airways (januar 2018) har íverksatarahúsini og Vinnuframa heita á Fróðskaparsetrið at gerast partur av kveikjara-umhvørvinum.