Arctic
EntrepreneurSHIP

Ábyrgdarfólk: Martin Mohr Olsen [martino@setur.fo]

 
sarfaq-ittuk-cruising-in-the-sunset-near-ilulissat-in-greenland-1400x933.jpg

Saman við DTU og Ilisimatuarfik er Depilin fyri Nýskapan í gongd við at seta saman eina sera áhugaverda verkætlan innan nýskapan og íverksetan.

Verkætlanin, sum er sett at fara í gongd summari 2019, bjóðar 5 ágrýtnum lesandi úr Føroyum at samstarva við 5 lesandi úr Grønlandi og 20 lesandi av DTU í ein heilan mánaða.

Lesandi fara til Kangerlussuaq í Grønlandi til boot-camp, síðani víðari til Sisimiut og umborð á skip sum skal sigla allar luttakarar suður til Narsaq í suðurgrønlandi.

Umborð eru coaches og undirvísarar innan nýskapan og íverksetan at hjálpa bólkum at lesandi við verkætlanum tey fáast við.


Stuðlar