Arctic
GrowBox

Ábyrgdarfólk: Martin Mohr Olsen [martino@setur.fo]

 
Greenhouse1.jpg

Saman við DTU og Ilisimatuarfik er Depilin fyri Nýskapan partur av einari burðardyggari verkætlan um framleiðslu av grønmeti í Grønlandi.

Verkætlanin byrjaði sum ein uppgáva hjá lesandi á DTU Skylab í januar 2018, har umboð fyri Depilin fyri Nýskapan eisini var knýtt at sum kveikjari. Verkætlanarlýsingin hjá hesum lesandi er at finna niðanfyri.

Nú er gjørt av at fara frá einum teoretiskum til eitt praktiskt støðið soleiðis at verkætlanin gerst veruleiki.

DTU, Ilisimatusarfik og Setrið eru nú í gongd við at finna fígging til ætlanina soleiðis at lesandi úr Danmark, Grønlandi og Føroyum saman kunnu fáast við at menna hesa tíðandi og áhugaverdu verkætlanina.