Green Growth Dialogue 2018: Responsible Tourism

Ábyrgdarfólk: Anna Sofía Lava [annaL@setur.fo]

 
 
 

Aftur í ár skipar Fróðskaparsetur Føroya fyri alternativu samskiftisráðstevnuni Green Growth Dialogue. Í ár er evni ábyrgdarfull ferðavinna.

Í ár er ráðstevnan eitt samstarv millum starvsfólk og lesandi á Fróðskaparsetrinum; Depilin fyri Nýskapan, Anna Sofía Lava, Marita Svartá, Anelia Philbrow, Jens Arni Hammerfoss og Lau Blaxekjær - og Visit Faroe Islands, Hugskotið, Tórshavnar Kommunu, Ferðavinnufelagið og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.

Á ráðstevnuni verða ymisk undirevni viðgjørd, ið eru viðkomandi fyri at menna ferðavinnuna í Føroyum á ein burðardyggan hátt, og harvið tryggja burðardyggan vøkstur av

ferðavinnuøkinum, náttúruvernd, ferðafólkatrygd, og harafturat varðveiting av lokal samfeløgunum og mentanararvi okkara.

Evni, ið verða viðgjørd á ráðstevnuni:

  • Ráðlegging av ábyrgdarfullari ferðavinnu í Føroyum
  • Ábyrgdarbýti millum land og kommunur
  • Certifisering og náttúruvernd sum amboð at skapa ábyrgdarfulla ferðavinnu
  • Fíggjarligt burðardygni
  • Býtið av ferðamálum í Føroyum

Ráðstevnan verður í Tórshavn 24.-25. mai 2018. Fyriskipararnir vænta góða undirtøku úr Føroyum og uttanlands.

 


 
Brot úr Degi og Viku 24 mai 2018 um Green Growth Dialogue ráðstevnuna Responsible Tourism.