Fyrsta valskeið
innan nýskapan á
Fróðskaparsetrinum

Ábyrgdarfólk: Árni Jóhan Petersen [ArniP@setur.fo]

 
headway-566297-unsplash.jpg

Sameindu Tjóðir (ST) vísa á 17 mál, sum fyri ár 2030 kunnu skapa ein betri heim. Altjóða átakið, sum byrjaði í 2015, verður kallað Heimsmál fyri burðardyggari menning. Skeiðið innan nýskapan tekur støðið í Heimsmálunum.

 

Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi innlit í ástøði, hugtøk og háttalag innanfyri nýskapan, og sjálvstøðugt at brúka hesi í verki í fyritøkum, stovnum og felagsskapum.

Tann lesandi fær førleikar at greina og diskutera, hvat nýskapan er, hvussu hon virkar, og hvørjar avbjóðingar/møguleikar ein innovatión hevur.

Fakið er bygt á trý grundleggjandi evni:

  • Menning av nýskapanarástøðum gjøgnum tíðina, harímillum týdningin og ávirkanin hetta hevur havt á okkara gerandisdag.
  • Týdningarmikil ástøði, ið brúkt verða í nýskapanar-samanhangi í dag
  • Týdningarmikil háttaløg sum íkast til nýskapanarmannagongdir.

Dentur verður lagdur á at menna praktiskar førleikar at útinna ástøði, hugtøk og háttaløg í verki. Undirvísingin er skipað við fyrilestrum, bólkaarbeiði, venjingum og framløgum, sum stuðla undir menningina av at útinna nýskapanararbeiði í verki.

Tann lesandi skal eftir lokið skeið vera førur fyri at greiða frá ástøði, hugtøkum og háttaløgum innan nýskapan, og hvussu nýskapan virkar. Eisini skal tann lesandi kunna greina fyrimunir/vansar við hugskotum í samband við nýskapanarmannagongd, og hvussu nýskapanir verða ávirkaðar av, og tillaga seg eftir, umhvørvinum, sum nýskapanir eru í.

Tann lesandi skal duga at gjøgnumføra eina nýskapanartilgongd í verki  og sjálvstøðugt vísa á, hvussu konkretar avbjóðingarnar kunnu handfarast á bestan hátt.

Skeiðið er 10 ECTS og er hettar skeið fyri øll lesandi á  Setrinum og fyri tey sum ynskja hettar sum gjaldsskeið.

Øll lesandi á Setrinum kunnu taka skeiðið - og er tað ókeypis fyri lesandi. Sum gjaldsskeið er kostnaðurin 2.000 kr.

Jákup B. Jensen (Framleiðslutøkni, Glasir) stendur fyri undirvísing og hartil bjóða vit eisini vinnu, Íverksetarahúsinum, Hugskotinum og Vinnuframa innum.

Skeiðið fyrireikast av Árna Jóhan Petersen (Búskaparfrøði), Jens Christian Svabo Justinussen (Politikkur og umsiting), Jákup B. Jensen (Framleiðslutøkni, Glasir) og Martin Mohr Olsen (Depilin fyri Nýskapan).

Hettar skeið er partur av Búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum.

Ábyrgdari: Árni Jóhan Petersen, Ph.D., arnip@setur.fo +298 292609

 

Við vegleiðing frá

  Bjartur Nolsøe   Íverksetarahúsið

Bjartur Nolsøe
Íverksetarahúsið

  Sóley Hammer   Hugskotið

Sóley Hammer
Hugskotið

  Sigrun Jónsveinsdóttir   Íverksetarahúsið

Sigrun Jónsveinsdóttir
Íverksetarahúsið

  Rúni Rasmussen   Løgmansskrivstovan

Rúni Rasmussen
Løgmansskrivstovan

  Jan Ziskasen   Føroya Tele

Jan Ziskasen
Føroya Tele

  Herman E. Winther   Atlantic Sea Salt

Herman E. Winther
Atlantic Sea Salt

  Kristoffer Buch   DTU Skylab + FoodLab

Kristoffer Buch
DTU Skylab + FoodLab

  Árni Skaale   Look North

Árni Skaale
Look North

  Heri S. Jacobsen   Defined Energy

Heri S. Jacobsen
Defined Energy

  Bogi Bech Jensen   Glasir

Bogi Bech Jensen
Glasir

  Komandi leiðari   Vinnuframi

Komandi leiðari
Vinnuframi

 

STUÐLAR