People, Planet, Profit: Sustainable Student Entrepreneurship.

Ábyrgdarfólk: Martin Mohr Olsen [martinO@setur.fo]

 
 

PPP verkætlanin sum Depilin fyri Nýskapan er partur av saman við DTU og Ilisimatusarfik er ein størri verkætlan sum fevnir um hvussu lesandi í Føroyum og Grønlandi kunnu gerast ábyrgdarfullir og burðardyggir íverksetar. Partur av verkætlanini roynur eisini at lýsa hvussu vit gerast betur til at brúka nýskapandi og íverksetandi menning sum part av undirvísing á Fróðskaparsetrinum.

Aðrar  verkætlanir sum Depilin fyri Nýskapan er partur av – til dømis Arctic GrowBox og Arctic EntrepreneurSHIP, hoyra eisini inn undir hesa PPP verkætlan.

Trýst fyri størri mynd.

Trýst fyri størri mynd.

People, Planet, Profit
Verkætlanin er eitt samstarv millum Fróðskaparsetrið, Ilisimatusarfik og Danmarks Tekniske Universitet.