Verkætlanir

Hettar eru verkætlanir sum Depilin fyri Nýskapan hevur byrjað, samskipað, er partur av ella á annan hátt er knýttur at. Felags fyri hesar verkætlanir er at tær allar knýta saman lesandi og starvsfólk úr deildunum á Fróðskaparsetur Føroya við hvønn annan, við vinnuna, við almannaverk, íverksetarahús ella útlendskar aktørar.

 
 

Virknar verkætlanir

 

EMPOWERING FEMALE ENTREPRENEURS, NPA Verkætlan

Vit eru sum Associated Partner, partur av hesari Northern Periphery and Arctic verkætlan sum Karelia University er lead á.

Arctic entrepreneurship við DTU OG ILISIMATUSARFIK

Hendan verkætlan miðar móti at senda 5 lesandi úr Føroyum til Grønlands í ein mánaða saman við lesandi úr Kongaríkinum.

AFIC: Arctic Food Innovation Cluster, hjá Arktiska Ráðnum

Størri Arktisk verkætlan knýtt at Arktiska Ráðnum og teirra Sustainable Development Group sum Setrið er partur av.

H2: Hydrogen Learning Network – Arktisk NORA VERKÆTLAN

Netverk millum Føroyar, Kanada, Ísland, Noreg og Scotland sum roynur at loysa orku-trupuleikar á ein byrðardyggan hátt.

 

GGD19: Green Growth Dialgogue, Smart Cities in the Arctic

Aftur í ár fara vit at hava vælumtóktu ráðstevnuna Green Growth Dialogue. Í ár samstarva vit við Tórshavnar Kommunu.

VERKSETAN AV HEIMSMÁLUNUM Á SETRINUM

Í 2019 settist ein arbeiðsbólkur av starvsfólki á Setrinum at granska hvussu Heimsmálini á bestan hátt verksetast.